Vinna

Álitisváttan til Super Dekk / FirstStop Atlantic

...

2015-03-10 22:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv.

Super Dekk / FirstStop Atlantic sum er limur í altjóða dekk-ketuni First Stop, fekk í vikuskiftinum eina dygga álitisváttan fyri góðan innsats í 2014 / 15.

Hetta var tá árligi fundurin ???FirstStop KickOff???, sum altíð er fyrsta vikuskifti í marts mánaði var hildin á Hotel Comwell Køge Strand í vikuskiftinum 07-08.marts.

Her fekk stjórin í FirstStop Atlantic, Fríðrikur Bláhamar frammanfyri stórari mannamúgvu at vita at fyritøka hansara Super Dekk / FirstStop Atlantic, var vald til ?????rets Samurai???. Grundgevingar fyri hetta er millum annað, at starvsfólkini eru í eyðkennisbúna, at fyritøkan brúkar altjóða FirstStop eyðkenni, og annars er við í teimum felags átøkum sum eru á skránni, og er við til at menna FirstStop ketuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder