Sjúrður Skaale ynskir eitt samfelag, sum kann gera seg inn á grundleggjandi rættindi ??? bara tað verður gjørt við lóg.
Fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum, Sjúður Skaale, er farin at svinga við svørðinum á sínum facebook-vanga.
Vanliga tá Sjúrður skrivar, so byrjar hann við at sláa fast, hvør hansara egna fatan er av málinum, og út frá hesi fatanini kunnu so onnur siga sína hugsan. Trupulleikin er bara, at um hansara fatan er skeiv, so verður alt kjakið skeivt.
Hesaferð er tað Føroya løgmaður, sum fær toyggið fyri at hava álit á Føroya fólki. Sjúður kallar tað nakað vrøvl, tá ið okkara løgmaður ikki vil hava ein politistat. Og so lýsir hann ein politistat sum eitt samfelag, har politi og hervald hava eftirlit við fólki, bróta inn til fólk og seta tey í fongsul uttan lógarheimild, meðan í einum rættarsamfelag stýra vit við lógum.
Fólkatingslimurin, sum er útbúgvin innan samfelagsfrøði, burdi vitað, at í Nazi-Týsklandi vóru eisini lógir. Hitler varð fólkavaldur í januar 1933. Undir Apartheit-stýrinum í Suðurafrika vóru eisini lógir galdandi, men gjørdi formliga samtyktin av lógum, at Nazi-Týskland ella Suðurafrika kundu bólkast sum rættarsamfeløg? Sjúrður Skaale setir so ikki nøkur innihaldslig krøv til lógirnar. Bara tær eru formliga viðtiknar og stjórnin fólkavald, so kann vera líkamikið um lógirnar gera seg inn á grundleggjandi politisk og borgarlig rættindi og frælsi hjá fólki.
Longri niðri í greinini sigur Sjúrður seg kortini persónliga vera glaður um, at vit í Føroyum ikki eru farin so langt við lógarkrøvum, sum tey eru farin aðrastaðni. Hetta hongur als ikki saman, tí fyrst sigur hann seg vilja hava lógir, men so kortini fegnast hann um, at vit ikki eru farin so langt við lógarkrøvum, sum tey eru farin aðrastaðni. So langt? Í Føroyum eru vit faktiskt ongan veg farin við lógarkrøvum. Alt byggir á álit, sunnan fornuft, sjálvboðið sóttarhald og heilsufaklig tilmæli ??? og tað hevur verið ein succes.
Men so fer fólkatingsmaðurin at kjakast við seg sjálvan, tí tað er kortini ikki nokk við áliti, og lógirnar aðrastaðni eru heldur ikki so ringar, at tær høvdu gjørt Føroyar til ein politistat. Sjúður vil tí vera við, at lógirnar gera Føroyar til ein rættarstat.
Um so er, so mugu vit í Sambandsflokkinum spyrja fólkatingsmannin, hví tað er eitt rættarsamfelag, um vit við lóg ??? uttan at tað er prógvað at vera neyðugt í Føroyum??? skulu geva fólki bót ella seta tey í fongsul fyri at savnast í flokki? Skulu vit so eisini við lóg revsa tey, ið seta kritiskar spurningar við heilsufakligu tilmælini? Ella er tað í lagi, at vit í Føroyum við lóg áseta, at persónar í varðhaldi ikki sleppa at síggja síni kæru? Ella vil Sjúrður hava lógir, ið geva myndugleikunum rætt til at fara inn í heimini hjá føroyingum uttan rættarúrskurð? Skulu myndugleikarnir kunna alt hetta, uttan at tað hevur víst seg at vera neyðugt í Føroyum?
Við Sambandsflokkinum á odda fara Føroyar ongantíð at gerast ein politistatur. Vit fara altíð at hava álit á Føroya fólki. Um inntriv skulu gerast í rættindi og frælsi hjá borgarum her á landi, skulu tey altíð vera lógarheimilað; tey skulu altíð vera neyðug, og tey skulu altíð virða grundleggjandi politisk og borgarlig mannarættindi. Og tí, Sjúður, kunnu vit áseta hámarksferðir í ferðsluni, og tí kunnu vit krevja trygdarbelti, og tí er tín samanbering millum Corona-lógir aðrastaðni og ferðslutrygd í Føroyum fullkomiliga við síðurnar av.
Vit í samgonguni hava álit á Føroya fólki í hesum Corona-tíðum, og higartil hevur tað víst seg at virka fantastiska væl ??? uttan at lógarkrøv hava víst seg at vera neyðug.
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald