Vinna

Aliráðstevnan 2015 ??? besta smoltstøð og besta alistøð á sjónum

...

2015-03-09 19:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Á Aliráðstevnuni, sum varð hildin fríggjadagin 6. mars, varð avdúkað, hvør besta smoltstøð og besta alistøð á sjónum var í farna ári. Besta smoltstøð var smoltstøðin hjá Marine Harvest á Hellunum, og besta alistøð á sjónum var alistøðin hjá Hiddenfjord á Sørvági.

 

Besta smoltstøðin verður vald eftir, hvør hevur haft lægst byrjanarfelli á sjónum, og besta alistøð á sjónum verður vald eftir einum effektivitetsindeksi, har vøkstur og fóðurfaktor verða samanborin. Við í kappingini vóru ringar, sum vórðu tiknir seinasta árið.

 

Tað var merkisvert, at fimm av alistøðunum á sjónum komu við á topp-15 listan yvir øll tey bestu úrslitini í søguligum høpi, so kappingin var hørð í ár.

 

??rslitini vóru annars hesi:

 

Besta smolt:
1.Marine Harvest Hellurnar0,94% deytt fyrstu 90 dagarnar á sjónum
2.Hiddenfjord Fútakletttur2,36 % deytt fyrstu 90 dagarnar á sjónum
3.Bakkafrost Norðtoftir3,24 % deytt fyrstu 90 dagarnar á sjónum

 

Besta alistøð á sjónum:
1.Hiddenfjord Sørvágur122,2 effektivitetsindeks
2.Hiddenfjord Vestmanna120,0 effektivitetsindeks
3.Bakkafrost Kunoyarnes117,1 effektivitetsindeks
4.Marine Harvest Haldórsvík115,3 effektivitetsindeks
5.Bakkafrost Kaldbak114,4 effektivitetsindeks


Kelda: vinnuhusid.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder