Ítróttur

Amerikanskur áleypari royndarvenur við 07 Vestur

....

2015-02-27 15:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mánadagin kom Mikey Minutillo, sum er úr Amerika, til Vágar at venja við 07Vestur - 07 Vestur fekk boðið Mikey til royndarvenjing av umboðsmanninum hjá honum, og teir valdu tí at taka av.

Mikey er 23 ára gamal, og hann er áleypari, sum verður lýstur skjótur, hann dugur væl at temja bóltin, og hevur gott yvirblik.

Mikey spældi hóskvøldið venjingardyst við 07 Vestur, teir vóru í Havn á vitjan hjá Giza/Hoyvík.

 07 Vestur tekur støðu sunnudagin ella mánadgin, um felagið skal hava sáttmála við amerikumannin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder