Politikkur

Aleqa Hammond á ársfundin hjá Framsókn, leygardagin 7. Mai

...

2016-05-04 20:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Saman við Poul Michelsen, formanni í Framsókn og landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, fara tey bæði at lýsa avbjóðingar og sjónarmið út frá ávikavíst grønlendskum og føroyskum sjónarhorni.

Aleqa Hammond er fyrrverandi forkvinna í siumut og núverandi fólkatingslimur fyri Grønland. Aleqa Hammond ber orð fyri at vera bersøgin og fer vónandi við greiðari talu at siga okkum frá um Grønlendskar avbjóðingar við ríkisfelagsskapinum.

Ein donsk embætismannafrágreiðing, ið kom fram í vikuni, staðfestir at Danmark hevur egin áhugamál at røkja í m.a. Aktis uttan mun til at Føroyar og Grønland eisini hava egin uttanríkispolitisk áhugamál.

KvF skrivaði soleiðis týsdagin:

???Danmark og Føroyar hava hvør síni áhugamál í uttanríkismálum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum. Taksøe frágreiðingin, sum helst verður grundarlagið undir donskum uttanríkispolitikki næstu árini, er niðurgerandi fyri Føroyar. So bersøgin er landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Poul Michelsen.

- Føroyar og Danmark hava hvør síni áhugamál, og tí ber ikki til at tosa um EIN uttanríkispolitikki fyri alt ríkið, sigur hann.???

Ársfundurin verður í sunnaru høll í ??strøm. Inngongd gjøgnum handilin og úr Sigmundargøtu. Til ber at tekna seg sum lim í Framsókn á fundinum

- Skrá á næstu síðu

Skrá fyri ársfundin:

10:00 Vælkomin til aðalfund í Framsókn. Val av fundarstjóra og ???skrivara

10:15 Frágreiðing frá farna ári. Poul Michelsen formaður

10:45 Kaffisteðgur

11.00 Nevndarval, val av grannskoðara, áseting av limagjaldi, innkomin mál og ymiskt

11:15 Hanna Jensen, forkvinna í Mentanarnevndini

11:25 Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini

11:35 Bjarni K. Petersen, varatinglimur og formaður fyri Framsøkin Ung

11:45 Steðgur og ábit

13:00 Avjóðingar í ríkisfelagsskapinum

13:05 Aleqa Hammond, Siumut, fólkatingslimur

Grønland og ríkisfelagsskapurin

Spurningar/kjak

13:30 Poul Michelsen, Framsókn

Føroyar og ríkisfelagsskapurin

Spurningar/kjak

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder