Spurningurin um búskaparliga haldførið er farin at fylla nógv í politisku dagsskránni. Føroyingar hava endiliga fest eyguni á búskaparligu avbjóðingarnar, sum vit merkja eitt sindur til longu nú, men sum eftir øllum at døma fara at vaksa í framtíðini. Men hvørjar eru hesar avbjóðingarnar?
Ikki øll undirskot eru líka
Vit hoyra ofta um avlop og undirskot, og av egnum royndum vita vit, at tað er ongantíð gott at hava undirskot. Men so einfalt er tað kortini ikki, tá vit tosa um landshúsarhaldið. Har eru nevniliga fleiri sløg av avlopum og undirskotum.
Fíggjarlógin er ein løgin lóg
Fíggjarlógin er, sum navnið sigur, ein lóg. Um tú brúkar pengar, sum ikki eru játtaðir á fíggjarlógini, so ert tú lógbrótari. Men hetta er bara galdandi fyri útreiðslusíðuna. Í fíggjarlógini stendur eisini, hvussu stórar inntøkurnar hjá landskassanum fara at verða í tí komandi árinum, men tá er talan bara um ein meting. Tað er ikki lógarbrot, um inntøkurnar verða minni, enn tað sum stendur í fíggjarlógini.
Sum aldur í sjónum
Um skipini fáa nógvan fisk, so fáa manningarnar góða løn, og nógv arbeiði verður eisini á landi. Tí fær landskassin nógvan skatt, og nógv meirvirðisgjald, tá fiskiskapurin er góður. Men eingin veit, tá árið byrjar, um skipini fara at fáa nógvan fisk.
Inntøkurnar eru sum aldur í sjónum. Onkuntíð fara tær upp eftir, og aðrar tíðir dala tær. Tí er tað ikki so vandamikið, um vit okkurt ár hava undirskot orsaka av einum ???aldudali???, tí vit vita, at aftaná ???dalin??? kemur ein nýggj alda. Tað ger einki um landskassin hevur 300 mió. krónur í undirskoti í ár, um hann hevur 300 mió. krónur í avlopi næsta ár. Tað gevur eitt meðal úrslit sum svarar til null krónur.
Men tað er ein trupulleiki, um ???sjógvurin fjarðar???, soleiðis at aldutopparnir ongantíð røkka uppum null-punktið, meðan aldudalarnir søkka heilt niður á 600 mió. krónur í undirskoti. Tá verður meðal úrslitið minus 300 mió. krónur. Hetta er tað sum kallast eitt ???bygnaðarligt hall???, ella ???strukturelt hall???.
Tað er hesa avbjóðingina vit hava at stríðast við í tí føroyska húsarhaldinum í løtuni. Tað er ikki nóg mikið at hyggja eftir úrslitinum í ár og næsta ár, tí framrokningar vísa, at sjógvurin er fjarandi, og tað mugu vit gera nakað við.
Loysnir sum svíða
Fleiri møguleikar eru nevndir, sum kunnu fáa tað at fløða aftur í landskassanum. Ein er tilfeingisgjøld og ein annar er pensjónsuppsparing. Eisini hevur spurningurin um pensjónsaldurin verið nevndur, nú fólk liva longuri, og tí eisini eru longri á arbeiðsmarknaðinum.
Hetta eru ikki lættar avgerðir, og eg haldi at tað er í fínasta lagið, at politikarar og fólk annars siga seg vera ímóti hesum loysnunum. Tað krevur bara, at tey eisini vísa á, hvat vit so skulu gera ístaðin, tí um vit einki gera, so steðgar alt upp um ikki so langa tíð.
Her má nakað gerast, og allar loysnirnar fara at svíða onkrastaðni. - Og jú longri við bíða, størri verður avbjóðingin.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald