Vinna

Albatros vitjar á Runavík í dag

...

2016-05-21 09:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Ferðamannaskipið Albatros kemur seinnapartin í dag á Runavík. Albatros hevur verið í Íslandi, og leggur leiðina á Runavík ávegis aftur á meginlandi. 

Albatros er bygd í 1973 á einari skipasmiðu í Finnlandi. Skipið var fyrstu árini heimahoyrandi í Norra, men er síðan fari undir flaggi hjá Bahamas.

Albatros er 205 metrar langt, og 27 metrar breitt. Skipið hevur pláss fyri 814 ferðafólkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder