Ítróttur

A-landsliðið við kvinnum úttikið

...

2017-03-04 09:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

20 spælarar hava fingið landsliðsboð, nú Pætur Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið føroyska hópin til innleiðandi HM-undankappingina, sum verður spæld í Føroyum frá 6. til 11. apríl.

Dystirnir hjá føroyska liðnum verða allir á Tórsvølli. Hósdagin 6. apríl spæla Føroyar og Luksemborg, og tveir dagar seinni, leygardagin 8. apríl skulu okkara royna seg ímóti Montenegro. Seinasti dystur í innleiðandi undankappingini verður spældur týsdagin 11. apríl, tá Turkaland, ið verður mett at vera sterkasta landið í bólkinum, er mótstøðuliðið.

Tær 20, ið Pætur Clementsen hevur úttikið, eru hesar
Monika Biskopstø, AaB ??lborg (DEN)
Birita Nielsen, B68
Birna Tummasardóttir, EBS/Skála
Lív Arge, HB
Súsanna M. Hansen, B36
Ansy Sevdal, EBS/Skála
Milja R. Simonsen, HB
Eyðvør Klakstein, Mislata C.F. (ESP)
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, ??sterbro IF (DEN)
Ásla Johannesen, B36
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Sigrun K. Kristiansen, EBS/Skála
Jónvá Hentze, HB
Heidi Sevdal, EBS/Skála
Maria K. Thomsen, KÍ
Elisabeth Vang, B36
Katrina Akursmørk, KÍ
Sarita Maria Mittfoss, B36
Bjørg Djurhuus, ÍF/Víkingur

Vinnarin í bólkinum spælir seg beinleiðis víðari til sjálva HM-undankappingina. Harafturat sleppur besti 2'arin í teimum fýra innleiðandi bólkunum eisini við til undankappingina, sum byrjar í heyst

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder