Ítróttur

A-landsliðið til Kosovo

...

2015-06-18 18:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag fór A-landsliðið hjá monnum til Keypmannahavn, har liðið skal fyrireika seg til Emerging Nations kappingina, sum verður í Kosovo frá 20.- 26. juni.

Liðið spælir venjingardyst hóskvøldið kl. 19.40 í Sundbyhallen á Amager ímóti HIK, sum spælir í næstbestu donsku deildini.

Tíðliga fríggjamorgun ferðast liðið til Pristina í Kosovo, har føroyska liðið skal spæla tríggjar sínar fyrstu dystir. Kappingin verður í høvuðstaðnum Pristina og so í býnum Gjakova. Føroyska liðið spælir bólkspælið í Pristina.

Av tí at Georgia og India hava givið avboð til kappingina, er bólkbýtið broytt nakað. Bólkarnir síggja nú soleiðis út:

Bólkur A: Føroyar, Kosovo, Avstralia, Armenia
Bólkur B: Estland, Kamerun, Stóra Bretland, Albania
Bólkur C: Kina, Moldova, Malta, Írland
Bólkur D: Lettland, Uruguay, Bulgaria, Andorra

Føroyar spælir leygardagin móti Avstralia, sunnudagin móti Armenia og mánadagin móti Kosovo. Tvey lið koma víðari til fjórðingsfinalurnar, meðan 3 og 4 spæli plaseringsdystir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder