HSF: Tað er við stórari gleði, at HSF kann kunngera, at A-landsliðið hjá monnum hevur eina sera spennandi uppgávu fyri framman í komandi juni mánaði. Talan er um kappingina ???Emerging Nations Cup???, sum IHF skipar fyri.
HSF hevur seinastu tvey árini verið partur av Four Year Plan hjá IHF saman við 15 øðrum evropeiskum hondbóltstjóðum. Four Year Plan er eitt IHF átak, sum skal stimbra undir smærru hondbóltstjóðirnar í Evropa. Átakið fevnir um skeiðsvirksemi, stuðul í útgerð og bóltum og nú eisini við einari spennandi kapping.
Emerging Nations Cup er ein kapping, sum er skipað sum eitt endaspæl, sum vit kenna tað frá EM- og HM-endaspølunum, tvs. at ein vertstjóð kemur at standa fyri kappingini og at øll londini koma at kappast í sama landi yvir 9 dagar, 17. ??? 26. juni. Liðini koma at kappast í 4 bólkum, hareftir fjórðingsfinalur vera og so víðari. Enn er ikki kunngjørt, hvar kappingin verður.
Vinnandi liðið fær eftirfylgjandi undankapping goldnað av IHF + 20.000 sveisiskar frankar, svarandi til 145.000 krónur. Nr. 2 tvey fær 10.000 sveisiskar frankar, meðan nr. 3 fær 5.000.
Londini, sum eru boðin við, eru tey 16 londini, sum eru partur av Four Year Plan + eitt lið úr ávikavist Suður Amerika, Afrika, Asia og Oceania. Londini eru Albania, Andorra, Armenia, Aserbajan, BosniaHerzegovina, Bulgaria, Estland, Stóra Bretland, Georgia, Írland, Ísrael, Kosovo, Lettland, Liktinstein, Moldova, Malta, Angola, Suður Korea, Uruguay og Australia.
Kappingin hevur eitt leikaraaldursmark á 30 ár. Tvs. at leikararnir ikki mugu vera fyltir 31 ára við kappingarbyrjan. Hvørt land kann hava 14 leikarar við til kappingina.
HSF hevur í dag gjørt avtalu við Kára Nielsen og Birgir Hansen, at vera venjarar hjá A-landsliðinum og byrja fyrireikingarnar til kappingina beinanvegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald