Ítróttur

A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla undankapping til HM í heyst

...

2016-04-05 10:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Starvsnevndin hjá HSF hevur tikið avgerð um at melda kvinnurnar til undankappingina til HM 2017, sum verður spæld í heyst.

Á sumri í fjør spældu kvinnurnar sínar fyrstu dystir nakrantíð í undankappingini til EM, og arbeitt verður nú víðari við at geva kvinnunum støðugar og framhaldandi avbjóðingar.

Lutakast verður í juni, og tá fáa vit at vita, hvussu spælt verður seinni í heyst. Vit vita longu nú, at tað vera bólkar við trimum ella fýra londum. Tað er síðani upp til londini í bólkinum at skipa dystirnar. EHF hevur sett seks vikuskifti í heyst av til dystirnar, men tað er eisini ein møguleiki, at londini semjast um at spæla allar dystirnar á einum stað eitt vikuskifti.

Fyrireikingarnar fara av álvara í gongd eftir kappingarlok nú í apríl. ??tlanin er at venja regluliga alt summari, bæði hondbólt og kropsliga, og í tí sambandi verður ein bruttohópur úttikin seinni í mánaðinum.

Tað verður Andreas F. Hansen, sum framhaldandi ferð at standa fyri liðnum sum høvuðsvenjari. Harald Bjørgvin, sum hevur verið venjari saman við Andreasi, heldur tó ikki fram, men fer at taka annan leiklut í HSF. Ein hjálparvenjari verður settur fyrsta dagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder