Ítróttur

A-landsliðið hjá kvinnum í EM-undankapping

...

2015-03-23 21:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er við stórari gleði, at HSF, í dag, kann kunngera, at A-landsliðið hjá kvinnum er meldað til komandi EM-undankapping. Endaspælið verður í Svøríki í december 2016. Hetta er fyrstu ferð, at A-landsliðið hjá kvinnum er meldað til eitt EM-undanspæl.

Liðið skal leika í fyrsta umfari í undankappingini 12. ??? 14. juni saman við 5 øðrum liðum. Liðini verða drigin í tveir bólkar á trý lið, har vinnarin úr hvørjum bólki sleppur víðari til annað umfar í kappingini, tá størru hondbóltstjóðirnar koma við í kappingina.

Liðini, sum Føroyar kann møta í fyrsta umfarið, eru: Finnland, Aserbajan, Ísrael og Bulgaria. Drigið verður í morgin, týsdagin 24. mars, fyrrapartin.

Ítróttarliga er hetta sera áhugavert, tí hetta eru lond, sum Føroyar kunnu standa seg ímóti. Vinnur Føroyar bólkin skulu EM-undandystir leikast í oktober 2015, mars og juni 2016.

Andreas F. Hansen og Harald Bjørgvin eru í dag settir landsliðsvenjarar og byrja fyrireikingarnar til dystirnar í juni beinanvegin.

Kelda. hsf.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder