Ítróttur

A-landsliðið á Farum Park

...

2013-09-04 04:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sum liður í fyrieikingunum til HM-undankappingardystin móti Kasakstan fríggjadagin, hevur A-landsliðið vant á Farum Park. Dysturin móti Kasakstan verður nevniliga spældur á graslíki.

Langa ferðin til Astana í Kasakstan byrjaði í gjár, tá føroyska ferðalagið fleyg úr Vágum til Keypmannahavnar.

Í Kastrup løgdust síðani teir, ið spæla fótbólt uttanfyri Føroyar, afturat hópinum, og í morgun hevði Lars Olsen, landsliðsvenjari sína fyrstu venjing við liðnum. Vant varð á Farum Park, ið er heimavøllurin hjá superligafelagnum FC Nordsjælland, sum spælir sínar heimadystir á graslíki.

Tað er nevniliga soleiðis, at dysturin í Astana fríggjadagin verður spældur á graslíki, og fyri góðum tveimum árum síðani varð grasið á Farum Park skift út við graslíki.

Venjingin gekk væl, og sum heild eru allir leikararnir væl fyri. Til seinast varð spælt eldri móti yngri, og hesaferð fóru teir gamlu avstað við sigrinum. ??rslitið gjørdist 3-2 til eldra ættarliðið, sum av álvara gleddust yvir sigurin móti okkara ungu landsliðsleikarum.

- Hetta var ein góður sigur at fáa, nú vit skulu ferðast í næstan tólv tímar. Tað er altíð deiligt at vinna á teimum ungu, segði ein vælnøgdur Súni Olsen eftir venjingina.

Umstøðurnar á Farum Park eru avbera góðar, og seinastu dagarnar hevur føroyska U19-landsliðið við dreingum verið á venjingarlegu á Farum Park, har teir hava fyrireikað seg til EM-undankappingini, sum byrjar í Makedonia komandi fríggjadag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder