Um tríggjar ógildaðar uppsagnir og faktaskýggjandi, aktivistiskan journalistikk.
Mánakvøldið 4. juni 2018 fylti Barbara Holm forsíðuna og fleiri blaðsíður í Sosialinum við eini søgu um tvær ógildaðar uppsagnir á Landssjúkrahúsinum og tí einu í Kringvarpi Føroya. Kvøldið fyri, sunnukvøldið 3. juni 2018, hevði eg skrivliga greitt Barbaru neyvt frá bakgrundini til tær tríggjar uppsagnirnar við støði í tilfarinum, sum hon hevði fingið alment innlit í. Eg greiddi henni frá, at uppsagnirnar vóru púra ósambæriligar, og at eg ongan lut átti í tí einu uppsøgnini á Landssjúkrahúsinum. Men Barbara svaraði mær aftur mánamorgun kl 8:03, at hon ikki fór at taka hesa bakgrundsvitan við í blaðið. Hennara søga skuldi ikki órógvast av fakta frá mær, høvuðspersóninum í forsíðusøguni um ???dýra almenna stjóran???. Bert ein setningur um tí einu uppsøgnina kom við í greinina.
Tær tríggjar ógildaðu uppsagnirnar eru sera ymiskar, sum eg fegin vil lýsa her við støði í tilfarinum, sum tað longu er veitt alment innlit í. Ein lýsing, sum eg til fánýtis royndi at geva Barbaru Holm, blaðstjóra á Sosialinum, og Georg L. Petersen, blaðstjóra á Dimmalætting. Eg eri fullgreiður yvir, at tað er óvanligt av einum fyrrverandi stjóra soleiðis at umrøða uppsagnarmál. Men tá alment innlit longu er veitt í øll hesi mál, og tá fleiri av miðlunum framhaldandi sipa til hesa søgu um uppsagnarmálini, kenni eg tørv á at greiða stutt frá mínum leikluti, sum hann er skjalfestur í tilfarinum. (Formaðurin í kringvarpsstýrinum og forstjórin í Sjúkrahúsverkinum hava fingið hetta skriv til kunningar og viðmerkingar fyrst, og høvdu teir onga viðmerking til skrivið og virða mítt talifrælsi.)
Um ein lutfalsliga sterkur persónur sum eg ikki tali at, tá ein upplivir, at journalistikkurin fer av kós, hvør skal tá megna tað?
Um tær tríggjar uppsagnirnarTM, deildarleiðari á Landssjúkrahúsinum:
Ovasta leiðslan á Landssjúkrahúsinum var ein trímannað stjórn, har eg var sjúkrahússstjóri við tveimum varastjórum. Allir stjórnarlimirnir hava somu heimild til at taka avgerðir í starvsfólkamálum. Eg var ikki partur av uppsagnartilgongdini viðvíkjandi TM, sum tann eini varastjórin tók sær av. Tað er skjalfest í yvir 100-síðu rúgvismikla tilfarinum, sum tað er veitt alment innlit í, og sum teir báðir miðlarnir, Sosialurin og Dimmalætting, siga seg grundað sínar niðurstøður á. Har er skjalfest svart upp á hvítt, at eg als ikki tók lut í nøkrum av hesum samskifti. Varastjórin og deildarleiðarin sjálv kundu eisini havt váttað hetta, um Sosialurin og Dimmalætting høvdu ómakað sær at spurt tær um málsgongdina.
Í grein um málið í Dimmalætting verður gjørt nógv burtur úr, at mítt navn stendur maskinskrivað á uppsagnarskrivinum. Men undirskriftin er ikki mín, tí har hevur varastjórin skrivað undir stovnsins vegna.
Hetta er siðvenja á Landssjúkrahúsinum, sum greinaskrivarin á Dimmalætting hevði fingið váttað, um hann hevði vent sær til varastjóran, sum eg eisini viðmælti honum í stuttari telefonsamrøðu. Á Landssjúkrahúsinum starvast yvir 800 fólk, tí er tað skynsamt, at sjúkrahússtjórin ikki skal eftirspyrjast um øll starvsfólkamál.
Eg havi fult álit á, at varastjóri mín gjørdi sítt besta í samráð við uttanhýsis løgfrøðing at finna frægastu loysnina í táverandi truplu støðu. Tað harmar meg sjálvandi almikið, at TM sambært kærumyndugleikanum bleiv uppsøgd av órøttum í míni stjóratíð. Men av tí at eg als ikki var partur av hesum uppsagnarmálinum, er tað faktuelt skeivt av Dimmalætting og Sosialinum at brúka hesa ógildaðu uppsøgn til at gera nakra niðurstøðu um mín leiðsluatburð ella um, hvussu nógv míni uppsagnarmál hava kostað landskassanum.
Fakta frá høvuðspersónunum í hesum uppsagnarmálið høvdu tó ikki teirra áhuga, tí tey tykjast longu hava fingið skjalainnlit og vinkling upp á søguna frá Jan Lamhauge, journalisti í Kringvarpinum. Hann ákærdi meg í klagu til Kringvarpsstýrið í desember 2017 grundað á hetta eina uppsagnarmál fyri at ???hava eina siðvenju frá Landssjúkrahúsinum við ógildaðum uppsøgnum???. Á fundum við Jan og Stýrið greiddi eg neyvt frá rætta samanhanginum, sum Stýrið tók til eftirtektar, meðan Jan tykist bert at hava ypt øksl og ??? sambært útgreiningini hjá Norðlýsinum av skjalainnlitunum ??? varpað sína niðurstøðu víðari til hini bæði miðlahúsini í høvuðsstaðnum.
SC, leiðandi ljósmóður á Landssjúkrahúsinum:
Hetta uppsagnarmál var endin á eini drúgvari tilgongd frá mars 2017, tá avgerð bleiv tikin um bygnaðarbroyting á Føðideildini, til síðst í august, tá endalig avgerð um uppsøgn bleiv tikin. Eg luttók frá byrjan til enda. Bygnaðarbroytingin bleiv sum kunnugt gjørd eftir rumbul í longri tíð.
Uppsøgnin bleiv ógildað av kærumyndugleika, tí tey mettu ikki, at ovasta leiðslan grundgav nóg væl fyri manglandi álitinum og handlaði ov seint í mun til ítøkiligu hendingarnar, ið elvdu til misálit á leiðandi ljósmóðrina.
Eg skilji niðurstøðuna og harmist sjálvandi um íkomnu støðuna av ógildaðu uppsøgnini, sum eg fult og heilt hevði ábyrgdina av. Heildarmyndin er tó eisini, at har var eitt ógvusligt stríð, sum eftir uppsøgnina stilnaði av, tí flestu av teimum sjúkrameldaðu ljósmøðrunum møttu til arbeiðis dagarnar eftir, at ætlanarskriv um uppsøgn var handað SC. Hesa heildarmynd kundi Sosialurin fingið staðfest, um tey vendu sær til aðrar keldur á Landssjúkrahúsinum.
Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya:
Ein einstøk hending gjørdi, at eg misti álitið á Liljuna Weihe. Tvey notat hjá Liljuni vóru keldurnar til, at ein røð av ósonnum ákærum um meg blivu bornar alment fram í blaðgreinum hjá Barbaru Holm í Sosialinum í november 2017. Eftir mínum tykki skaddi hetta umdømið og trúvirðið hjá bæði Kringvarpi Føroya og mær. Í mun til uppsagnarmálið á Landssjúkrahúsinum handlaði eg skjótt, tí Sosialurin kom hósdag, og Liljan Weihe varð send heim hósdagin eftir við ætlanarskrivi um uppsøgn.
Uppsøgnin bleiv ógildað av Mentamálaráðnum, tí Liljan Weihe onga átalu ella ávaring áður hevur fingið í Kringvarpi Føroya, og tí hon lutvíst kundi sigast at vera í góðari trúgv. Mentamálaráðið staðfesti tó í avgerð síni, at tað var skjalfest, at Liljan Weihe hevði sýnt skeivan leiðsluatburð og hevði umrøtt stjóran ósømiliga. Ráðið metti tó uppsøgn vera eitt ov víðgongt stig.
Eg bleiv ovfarin av niðurstøðuni, men eg tók hana til eftirtektar. Niðurstøðan fyrilá fríggjadagin 20. apríl 2018, og mánadagin 23. apríl borðreiddi Sosialurin við stórari forsíðusøgu grundað á samrøðu við Liljuna Weihe, sum segði seg vera særda av at blíva kallað illoyala. Als ongin kritiskur spurningur bleiv settur í samrøðugreinini, hóast Mentamálaráðið í síni avgerð staðfesti, at Liljan Weihe hevði sýnt skeivan leiðsluatburð og umrøtt stjóran ósømiliga.
Mentamálaráðið staðfesti eisini í avgerð síni, at eg í staðin kundi taka minni víðgongd stig sum til dømis at flyta Liljuna Weihe í annað starv. Hesari ætlan boðaði eg Liljuni Weihe frá á fundi týsdagin 24. apríl, men tað gingu ikki fleiri tímar til heimasíðan hjá Sosialinum, In.fo, borðreiddi við vreingjandi yvirskriftini ???Liljan Weihe aftur uppsøgd í dag??? grundað á sjónarmið hjá advokatinum hjá Liljuni.
Mótvegis aktivitiskum journalisti er upplýsing nyttuleysEg havi lært nógv av hesi tilgongd, ikki minst tað, at tá aktivistiskir journalistar sum Barbara Holm hava eina dagsskrá, nyttar millum lítið og einki at koma við viðkomandi fakta fyri at upplýsa málið. Fríggjadagin 1. juni greiddi eg Barbaru til fánýtis frá nágreiningini frá Mentamálaráðnum um leiðslurætt kringvarpsstjórans, sunnukvøldið 3. juni gav eg henni til fánýtis innlit í bakgrundina fyri teimum trimum uppsagnarmálunum.
Mánadagin 4. juni ruddaði hon forsíðuna við søguni um dýra almenna stjóran uttan upplýsingarnar, ið kundu skapa javnvág í søguni.
Týsdagin 5. juni sendi eg í avmakt teldupostarnar til Vágaportalin. Miðilin hevði sýnt málinum áhuga og sett mær nakrar spurningar, og eftir samskifti sendi eg portalinum uppskot til nakrar orðingar. Eg bar eingin ósannindi og avdúkaði einki loyniligt, tvørturímóti endurgav eg bert úr almennum tilfari. Men eg var ov hjálpsamur og gjørdi eitt mistak, sum eg harmist um og eisini bað starvsfólk míni um treytaleysa umbering fyri. Men eg havi onga væntan um, at Barbara Holm harmast um nakað sum helst. At ágangandi herferðin hjá Sosialinum var viðvirkandi til, at Stýrið og eg so smidliga og skjótt gjørdu eina fráfaringaravtalu, nýtist ongin at ivast í. Eg hevði fingið nokk.
Onkur kundi kanska sagt, at eg bara átti at kært Sosialin til Fjølmiðlanevndina fyri einsíðugu herferðina. Men eisini í mun til Fjølmiðlanevndina havi eg í hesi tilgongd merkt avmakt. Í august 2017 kærdi eg sum sjúkrahússtjóri Kringvarp Føroya til fjølmiðlanevndina fyri einsíðugan dekning av stríðnum á føðideildini. Landssjúkrahúsið fekk seinni viðhald í kæruni. Men longu 4. august 2017 forklagaði táverandi tíðindaleiðarin komandi kringvarpsstjóran til stýrisformannin fyri atfinningar mínar. Ein skrivlig klaga um meg, sum í november 2017 bleiv til enn eina vreingjandi forsíðusøgu hjá Barbaru Holm í Sosialinum. Í oktober 2017 samskifti eg eisini við Fjølmiðlanevndina um ógvusligar ábreiðslur frá Símuni Absalonsen mótvegis Kringvarpi Føroya, men áðrenn nevndin náddi at viðgera fyrispurning mín, gjørdi Barabara Holm hetta til eina gølusøgu á In.fo.
At fáa ein aktivistiskan journalist sum Barbaru Holm upp á nakkan kennist eitt sindur sum at vera í amerikonskum krimifilmi, har løgreglumaðurin minnir brotsmannin á: ???Anything you say, can and will be used against you!???
Nú havi eg lagt Kringvarp Føroya aftur um meg. Og eg havi við hesi grein nýtt høvi at varpa ljós á vandamiklu avleiðingarnar av virkseminum hjá aktivistiskum journalistum, sum fyrilitarleyst fylgja síni egnu dagsskrá uttan javnvág í viðgerð síni. Vónandi kunnu røttu ábyrgdarhavandi taka hædd fyri hesum í roynd teirra at skapa betri rásarúm og gróðrarbotn fyri sakligum journalistikki í Kringvarpi Føroya, Dimmalætting og Sosialinum, tí dugnaligu starvsfólkini og samfelagið alt hevur tað uppiborið.
Tórshavn, tann 5. juli 2018
Johnny í Grótinum,fyrrverandi stjóri í KVF og á LS
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald