Vinna

Akraberg siglir heim við fullari last

...

2017-01-15 11:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Akraberg byrjaði henda túrin 14. desembur tá ið teir loystu úr Bátsfjørðinum í Norra. Fyrst royndu teir í russiskum sjógvi, og seinastu vikuna hava teir roynt í norskum sjógvi.

Akraberg hevur góð 870 tons umborð, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur hjá teimum.

Teir vænta væntandi heima týskvøldið ella mikukvøldið, teir sigla innanskers suður ígjøgnum Norra, og so seta teir kós móti Føroyum.

Les eisini: Tróndur í Gøtu gjørt roktúr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder