2017-05-27 09:41
Akraberg siglir inn við fullari last av rækjum - 740 tons.
Akraberg, sum plagar at fiska tosk, hevur hendan túrin roynt eftir rækjum í russiskum sjógvi í Barentshavinum.
Fiskiskapurin hevur verið góður, teir fóru úr Føroyum seinast í mars.
Akraberg landar í Norður-Norra mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald