2015-11-25 23:30
Frystitrolarin Akraberg er inni í Tromsø, har teir landa 600 tons av frystum - meginparturin er toskur, sum teir hava fiskað í Barentshavinum.
Fiskiskapurin hevur verið heldur slakari, nú seinna partin av árinum. Fyri at vinna nakrar dagar, so kom Akreberg ikki heim at landa, men landaði í Tromsø, teir hava kvotu til ein túr afturat, teir fara avstað, so skjótt sum klárt er at sigla aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald