Vinna

Akraberg kemur á Fuglafjørð at leggja um til toskafiskiskap

...

2017-06-01 14:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Akraberg, sum seinasta túr var til rækjufiskiskap í russiskum sjógvi í Barentshavinum, kemur á Fuglafjørð seinni í dag, har teir skulu koyra rækjutrolini v.m. í land og taka toskaútgerðina umborð, tí skipið skal nú aftur á toskaveiðu í Barentshavinum.

Vit tosaðu við reiðaran Anfinn Olsen fyri løtu síðan, Anfinn segði, bjóðaðu rækjurnar út ymsastaðni, men fingu besta prísin í Norra, eisini næstbesti prísur var í Norra segði Anfinn. Hann roknar við at Akraberg verður klárur til nýggjan túr í vikuskiftinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder