Vinna

Akraberg hevur gjørt ein roktúr - teir sigla heim

...

2019-02-11 20:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Akraberg fór av Fuglafirði fríggjakvøldið 18. januar, teir hava fiskað í norskum sjógvi, í kvøld hava teir sett kós heim við fullari last, 900 tons av avhøvdaðum/frystum fiski og 400 tons av slógvi. Vit tosaðu við reiðaran - Anfinn Olsen - fyri løtu síðan, hann roknaði við, at Akraberg kemur á Fuglafjørð fríggjadagin, tá hava teir júst verið 4 vikur burtur, so talan er um ein roktúr.

Akraberg skal landa í Fuglafirði, tað frysta til Bergfrost og slógvið til Havsbrún, tilsamans hava teir 1.300 tons.

Tað eru 24 mans við hendan túrin, skipari er Eyðun á Bergi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder