Vinna

Akraberg fingið jólapakkarnar

...

2015-12-08 19:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska Sjómansmissiónin skrivar á Facebook:

í dag vóru menn av Akrabergi umborð á Sjúrðarbergi eftir jólapakkum frá Sjómanskvinnuringunum.
Sjúrðarberg hevði pakkarnar yvir við til teirra.

Eyðun á Begi, skipari á Akrabergi sigur, at teir royna á Gásabankanum, sum er eystaliga í Barentshavinum. Veðrið er sera gott, men veðurmennirnir siga frá vindi í kvøld, sum skal minka aftur í morgin. Fiskiskapurin er smáligur.

Fleiri skip royna á somu leið. Har eru mest russar, men eisini íslendsk og føroysk skip. Enniberg og Sjúrðarberg eru eisini har. Gadus er ávegis heim.

Manningin á Akrabergi takkar sjómanskvinnuringunum og sjómanstrúboðaranum fyri jólapakkarnar.

Kokkurin, Jógvan Helgi, hevur pakkarnar undir hond

Sjómansmissiónin ynskir sjófólkinum Guds signing.

Myndirnar eru eisini frá Føroysku sjómansmissiónini.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder