2016-03-03 14:56
Frystitrolarin Akraberg, sum hevur verið í norskum sjógvi í Barentshavinum, hevur fulla last - 850 tons av frystum, harav meginparturin er toskur og eitt sløð av hýsu.
Akraberg verður á kontrollpunktinum kl. 19 í kvøld.
Annfinn Olsen rreiðari sigur, at um alt gongst væl, so verður Akraberg á Fuglafirði mánadagin, har teir skulu landa veiðuna.
Akraberg fór avstað 9. februar, so talan er um ein roktúr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald