Vinna

Akraberg farin á makrelveiðu

...

2015-08-28 19:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Akraberg, sum hevur ligið í alt summar, tí stórar umbyggingar eru gjørdar á fabrikkini o.a., fór í gjárkvøldið av Fuglafirði, við kós norður á makrelfeltið. Teir eru komnir norður ímóti 65N, har føroysku skipini royna í dag - á feltinum eru: Norðborg, Christian í Grótinum, Finnur Fríði, Fram, Hamranes, Breiðanes og Slættaberg, harafturat er Fagraberg norðuri í altjóða sjógvi. 

Fiskiskapurin hevur verið smáligur teir seinastu dagarnar.

Uppdatering 30. august: Flakatrolarin Akraberg er ikki farin á makrelveiðu, teir fara í Barentshavi á toskaveiðu. Í dag hevur Akraberg verið inni í Tromsø, teir sigla nú innakskerðs norðureftir og fara í Barentshavið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder