Vinna

Akraberg er farin nýggjan túr

...

2019-01-19 09:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Akraberg, sum kom heim út Barentshavinum týsdagin, er longu farin nýggjan túr, teir loystu av Fuglafirði í gjárkvøldið og hava sett kós norðuryvir, teir skulu royna í Barentshavinum.

Teir hava loyvi bæði at royna í norska- og russisk-partinum. Tey føroysku skipini Gadus og Enniberg eru í norskum sjógvi, har er eisini grønlendski trolarin Sisimiut.

24 mans eru við hendan túrin, skipari er Eyðun á Bergi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder