2017-07-02 07:21
Frystitrolarin Akraberg loysti aftur av Fuglafirði beint áðrenn middag í gjár, Akraberg fer í Barentshavið at royna, teir skulu fiska í russiska partinum av Barentshavinum.
Akraberg kom heim mikudagin við fullari last - uml. 900 tons - sum teir hava landað til Bergfrost, fiskiskapurin seinasta túr var framúr góður, teir fiskaðu í 14 dagar.
Akraberg er í morgun komin norður ímóti 200-fj. markinum á 64,3N og 1V.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald