2017-06-04 20:40
Frystitrolarin Akraberg loysti av Fuglafirði um 14 tíðina í dag. Akraberg fer í Barentshavið at royna.
Seinasta túr var Akraberg á rækjuveiðu í russiskum sjógvi, teir høvdu fult skip og landaðu rækjurnar í Norður-Norra. Akraberg kom síðan heim, fyri at skifta trolgreiðir.
Í kvøld er Akraberg einar 50 fj. norður úr Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald