Ítróttur

Akkurát ov stuttar ímóti Malta

...

2015-04-09 21:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska kvinnulandsliðið vann seinasta dystin á Malta. Men 4-2 sigurin var akkurát ov stuttur til at vinna kappingina og harvið spæla seg víðari til EM-undankappingina.

Tað gekk akkurát ikki, tá føroyska A-landsliðið við kvinnum spældi seinasta dystin í undan-undankappingini á Malta. Hóast Føroyar vunnu 4-2, so var hetta kortini ikki nokk til at vinna kappingini, og harvið spæla seg víðari til sjálva EM-undankappingina, sum byrjar í heyst. Undan dystinum var kravið, at okkara kvinnur skuldu vinna við trimum ella fýra málum.

Føroyska liðið fekk eisini eina góða byrjan, og longu tá eitt korter var spælt, var støðan 2-0 til Føroyar. Málskjúttar vóru Rannvá B. Andreasen og Milja Simonsen. Men stutt fyri hálvleik minkaði Malta um munin, og fýra minuttir eftir hvíldina stóð á jøvnum 2-2.

Men okkara hildu fram við at stríðast, og lítla løtu seinni skoraði Heidi Sevdal til 3-2, og tá vanliga leiktíðin var farin, økti Heidi til 4-2. Eitt stórt trýst varð nú lagt á maltesiska málið, og tað var eisini heilt nær við, at forloysandi skoringin kom í yvirtíðini. Men skotið frá Rannvá B. Andreasen brast á tvørtræið.

Í hinum dystinum vann Georgia 7-0 ímóti Andorra.

Endaliga støðan í bólkinum gjørdist, at Georgia, Føroyar og Malta øll endaðu við seks stigum. Men Georgia vann bólkin og hevur spælt seg víðari til EM-undankappingina, sjálvt um føroyska liðið endaði við betri málmuni.

Reglurnar eru nevniliga soleiðis, at enda trý tey ovastu londini jøvn í stigum, verða úrslitini ímóti aftasta landinum í bólkinum strikaði. Og tá hevur Georgia málmunin 3-2 (+1), Føroyar 4-4, meðan Malta endar sum nummar 3, somuleiðis við seks stigum, men málmuninum 4-5 (-1), tað skrivar FSF.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder