2015-02-08 23:47
Neistin og VÍF leiktu í gjár finaluna í Coca-Cola steypakappingini hjá monnum. VÍF vann 26-25, og eru tí steypavinnarar hjá monnum. JN.fo hitti Áka Egilsnes hjá VÍF eftir dystin.
Vit spurdu fyrst Áka, hví VÍF var aftanfyri at byrja við.
- Eg haldi ikki vit vóru orduliga klárir til dystin. lanska nervar vóru uppá spæl hjá summum.
Vit spurdu hann so, hvat tað var, sum teir gjørdu rætt í seinna hálvleiki.
- Vit fingu stýr uppá skjúttarnar hjá teimum, Sjúrður og Tommy, og eg haldi, at vit høvdu betri tol.
Vit spurdu hann til seinast, hvussu tað er at spæla undir karminum, sum steypafinalan hevði at bjóða.
- Tað er bæði ringt og gott, men tað er fantastiskt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald