2017-01-09 23:36
Eftir søguliga sigurin hjá Føroyum í gjár, hittu vit ein av stóru spælarnum á føroyska liðnum, Áka Egilsnes, vit ynsktu honum tillukku, og settu honum nakrar spurningar.
Fyrst bóðu vit hann lýsa dystin.
- Hetta var ein stravin dystur, hetta var faktist tað einasta liðið áðrenn kappingina, sum vit roknaðu við at kunna spæla uppmóti. Men eftir dystirnar móti Sveis og Ísrael, so vistu vit, at hetta fór at verða tann stravnasti dysturin, tað var nógv tempo á dystinum. Men vit vóru klókari enn teir.
Hvussu stórt er hetta avrikið?
- Hetta er tað stórsta man kann rokna við sum føroyskur hondbóltspælari, at koma við til eitt HM endaspæl, fyri tað fyrsta er tað eingin, ið hevði trúð uppá tað, tað einasta vit kundu prógva var, at vit kundu gera hetta. Tað vórðu nokk vit ið vórðu teir einastu ið trúðu uppá at tað fór at eydnast
Hvussu hevur vikuskiftið verið fyri teg?
- Hetta hevur verið eitt øgiliga stuttligt og hart vikuskiftið. Man hevur havt spenningin í kroppinum, og verið eitt sindur nervøsur. Samanhaldið á hesum liðnum hevur gjørt tað, at mennirnir hava verið klárir. Vit hava verið saman hvønn dag frá klokkan 10 av, og til dysturin byrjar hesar seinastu dagarnar, tað er tað ið hevur borið okkum fram til hetta her. Vit byrjaðu at venja fast saman tann 22. desembur, tó hava vit vant eitt sindur saman áðrenn, segði Áki við JN.fo eftir dystin í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald