Føroyska U-21 landsliðið í manshondbólti hevur í vikuskiftinum luttikið í bólkaspæli, har spælt varð um at sleppa til HM. Føroyar vórðu í bólki saman við Grikkalandi og Serbia.
Føroyar fekk javnleik ímóti Grikkalandi í gjár, og taptu í dag fyri Serbia.
JN.fo hevur verið í samband við Áka Egilsnes og spurt hann nakrar spurningar um dystin í dag.
Vit spurdu fyrst Aka um hvat uppleggið hjá teimum var til dystin.
- Uppleggji hjá okkum til dystin ímóti Serbia var at koyra bóltin skjótt fram, um tað ikki riggaði, so skuldu vit taka tempoði úr dystinum og byggja upp.
Vit spurdu eisini Áka hvussu teir eru nøgdir við dystin.
- Fyrstu 45. min. kláraðu vit tad fantastist. Men síðstu 15. min. byrjaði orkan hjá okkum, at ganga undan. So teir siðstu minutturnar kunnu vit ikki verða serliga nøgdir við.
Tá 38. min. vóru spældir, vóru tað bara tvey mál á mun, vit spurdu Áka hvat hendi aftaná tað.
- Tá sá man at hvussu nógv sterkari teir eru enn vit, vit brúktu alla orkuna teir fyrstu 45. min.
Áki heldur at Serbia er eitt nógv betri lið, enn liðið hjá grikkum, sum teir leiktu ímóti í gjár, Serbar erunógv betri fyri bæði í teknikki og styrki, heldur Áki Egilsnes.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald