2015-02-09 05:08
Neistin og VÍF leiktu í gjár finaluna í Coca-Cola steypakappingini hjá monnum. VÍF vann 26-25, og eru tí steypavinnarar hjá monnum. JN.fo hitti formannin í VÍF, Áka Olsen eftir dystin.
Vit spurdu Áka, hvussu tað er sum formaður at vinna steypakappingina aftur til Vestmannar.
- Tað er sjálvandi øguliga stuttligt, nú vóru tað nógv ár síðan vit vunnu seinast, vit hava ikki havt nakað at frøðast um hjá teimum vaksnu í VÍF, so tað ger tað bara enn stuttligari at vinna steypakappingina.
Vit spurdu síðan formannin, um teir nú fóru eftir greipuni.
- Tað fara vit sjálvandi eftir, vit liggja nummar 1 í Atlantic Airways deildini, so sjálvandi fara vit eftir greipuni, segði ein sera fegin formaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald