Steypafinalurnar í CocaCola-kappingini hjá teimum kvinnum og monnum verða leiktar í morgin. JN.fo hevur sett seg í samband við Áka Egilsnes, sum spælur við mansliðnum hjá VÍF.
Hevur tað nógv at siga, at sleppa at spæla á gula gólvinum?
- Ja, sjalvandi! Gula gólvið verður ikki nýtt til nakran annan dyst - tískil er tað meira serligt! Harafturat er gólvið eisini nógv betri at spæla á enn vanliga golvið, tað skapar ein serligan geist á liðnum.
Hvussu ofta hevur tú verið við í steypafinaluni?
- Eg havi aldri áður spælt i bestu deildini. Men tó havi eg spælt finaluna trýggjar ferðir á gula gólvinum, og tvær ferðir áðrenn gula gólvið kom - so til samans 5 ferðir.
Eru allir leikarar tøkir til dystin?
- Tiverri eru allir ikki 100% klárir - Niklas er smáskaddur i lyskuni og Julian hevur ein knæskaða, men tó fer tað nokk ikki at forða teimum at spæla.
Hvørja styrki hava tit, og hava tit nakran veikleika? Hvør er styrkin, og hvør er veikleikin hjá mótstøðuliðnum?
- Styrkin man vera verjan og at vit eru stabilir, hava góðar leikarar á øllum plássum. Veikleikar hava vit eins og øll onnur lið, men tað er uppgávan hjá mótstøðulidnum at finna.
Styrkin hjá Neistanum er kontraspæl og verjan er sera sterk. Veikleikin hja Neistanum er at teir eru sera óstabilir, men tó kann hetta eisini vera ein styrki hja teimum av tí at mótstandarin veit aldrin hvat man skal vænta sær av dystinum.Hvussu væntar tú gongdin verður í dystinum, og hvør stendur eftir sum vinnari?
- Eg vænti tad verdur ein dystur vid nógvum tempo. Kontraspælið frá baðum pørtum vætni eg verður sera sjónligt - og ein dystur vid tveimum sterkum verjum og málmonnum.
Tað er ringt at siga. Kjansurin at vinna er har sjálvandi fyri bæði liðini. Vit hava vunnið móti Neistanum eins og vit hava tapt ímóti teimum, so eg vænti at tað er tann sum rakar dagin, sum verður vinnandi liðið og fær heitið sum steypavinnari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald