Ítróttur

Áki: Hetta er stórt

...

2015-01-10 04:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Orðini eigur 18-ára gamli vinstrihenti spælarin hjá VÍF, Áki Egilsnes, sum í hesum døgnum er saman við U-21 landsliðnum í manshondbólti og leikar undankapping til HM.

JN.fo hevur verið í samband við Áka Egilsnes, sum fekk tvey mál, tá Føroyar fingu javnleik 21-21 ímóti grikkum fyrr í kvøld.

Tá JN.fo spurdi Áka, hvussu vónurnar til vóru áðrenn dystin, segði hann, at teir vistu ikki serliga nógv um liðið hjá grikkum, men valdu heldur at royna at fokusera uppá teirra egna spæl. Taktikkurin til dystin var, at standa væl í verjuni - og so taka tað róligt tá Føroyar vóru í álopi. Áki sigur, at eitt av teimum fáu tinginum teir vistu um grikkar, var at teir vóru skjótir at fara í skjótálop.

Les eisini: Enn eitt stórt úrslit til Føroyar í Grikkalandi.

Tá vit spurdu Áka, um hvussu hann helt at venjarnir dugdu at seta teir upp til so stóra uppgávu, segði hann, at tað helt hann at teir dugdu avbera væl, tað vísur úrsliti av dystinum eisini.

Áki heldur, at tað var sera stórt at fáa javnt móti grikkum, grikkar eru hóast alt 25 pláss framman fyri Føroyar á styrkilistanum.

Tá vit spurdu Áka, hvussu vónurnar eru til dystin móti Serbia í morgin, sigur Áki, at vónurnar eru næstan tær somu, sum tær vóru til í dag. Einasta vit vita um Serbia er, at teir eru heilt langt frammi á styrkilistanum.

Málskjúttar:
Kjartan Johansen 8 (3)
Julian Olsen 4
Áki Egilsnes 2
Allan Norðberg 2
Eirikur Simonsen 2
Helgi Hoydal 1
Pætur Thomsen 1
Rói Berg Hansen 1

Niklas Simonsen hevði eitt bjargingarprosent uppá 47%

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder