2015-08-26 04:35
Seinastu tíðini hevur B36 skriva undir sáttmála við fleiri av Effo leikarunum, men eisini í ungdómsdeildini eru fyrireikingarnar til komandi kappingarárið byrjaðar.
B36 hevur í dag skriva undir nýggjan sáttmála við Áka Johansen, og vit í felagnum eru sera fegin um, at Áki eisini í 2016 kemur at vera høvuðsungdómsvenjari í felagnum.
Áki byrjaði í starvinum sum høvuðsungdómsvenjari 1. februar í ár og ikki kann sigast annað enn, at vit í felagnum hava verið sera fegin um hansara arbeiðið sum høvuðsungdómsvenjari og tí er tað sjálvsagt gleðiligt, at hann eisini í 2016 verður "hvítur"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald