2015-01-29 15:54
VÍF vann í gjár 32-23 á Kyndli í seinnu CocaCola hálvfinaluni hjá monnum - fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki - sostatt er VÍF í finaluni, har teir skulu møta Neistanum. JN.fo hitti Áka Egilsnes hjá VÍF eftir dystin.
Vit spurdu fyrst Áka, hvat teir gjørdu ørvísi í dystinum, í mun til seinast tá teir spældu javnleik.
- Tað er faktist einki vit gjørdu ørvísi, vit eru bara meira fokuserarir gjøgnum allan dystin. Orkan hjá Kyndli gekk undan í dystinum.
Vit spurdu eisini Áka, hvussu tað er at spæla á heimavølli og vinna seg í finaluna.
- Tað var fantastisk, nú spældu vit eisini móti Kyndli og teir eru arvafíggindar hjá okkum, so einki er so gott, sum at vinna móti teimum, segði Áki við JN.fo beint eftir dystin.
Les eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald