2016-05-23 20:55
KVF: Hóast hann bara er 19 ára gamal, so telist Áki Egilsnes millum allarbestu spælararnar í føroyskum hondbólti.
Komandi kappingarár skal hann spæla í Danmark fyri TMS Ringsted, sum spælir í næstbestu donsku deildini.
Sáttmálin varð undirskrivaður í dag.
Áki Egilsnes sigur, at umboð fyri TMS Ringsted hava hugt at fleiri sjónbondum av dystum hjá VÍF, og tað er har áhugin er komin.
-Teir hava hugt at mær í eina tíð, og vit hava samkift umvegis telefonina. Eg ivaðist ikki í at taka av, tá teir bjóðaðu mær sáttmála, sigur Áki Egilsnes við kvf.fo, les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald