Beint eftir av VÍF hevði vunnið FM-finaluna á H71, hittu vit toppskjúttan hjá vestmenningum - Áka Egilsnes, vit settu Áka nakrar spurningar.
Hvussu upplivdi tú dystin í kvøld?
Ein ræðuliga harður dystur - skítfull høll - Hoyvíkshøllin er so pinkulítil, ella tað skal ikki so nógv til fyri at fylla hana - jú góður dystur.
Er munur á at spæla í Vestmanna og í Hoyvíkshøllini?
Ja, tað haldi eg, ikki nakar munur á áskoðarunum - tað vóru nógvir áskoðarar til báðar dystirnar. Jú, tað er munur á at spæla í Vestmanna og aðrastaðni - jú - tað er tað.
Hvussu følist tað at vinna FM-heitið, sjálvt um H71 vann grundspælið?
Tað er faktiskt bara enn betri - eg havi sagt, at hettar er nokk tað besta FM vit nakrantíð hava vunnið, tí vit vóru so nógv undirtippaðir.
Vit á JN.fo ynskja VÍF hjartaliga tillukku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald