Áki Egilsnes, svarar spurningum, sum HSF hevur sett honum.
Áki Egilsnes
V.Í.F
18 ára gamal
Høgri bakkur og høgri vongur
Nær byrjaði tú at spæla hondbólt?
"Eg byrjaði at spæla hondbólt tá eg var 5 ára gamal."
Hví byrjaði tú?
"Mamma mín hevur altið havt nógv við hondbólt at gera og tí mær dámdi altið væl at spæla við bólt tá eg var heilt lítil."
Hvat gjørdi at tú bleiv bitin av hondbólti?
"Eg bleiv nokk bitin av tí at tad gekk væl og teir sum eg spældi saman við gjørdu tað bara betur."
Hvat er tað besta við hondbóltinum?
"At mann allatíð kann menna seg. Og mann hevur okkurt at kempa fyri."
Hvat er títt stórsta mál innan hondbóltin?
"At spæla við Rhein-Neckar Löwen Týsklandi."
Og tín stórsta hondbólts uppliving?
"Har er nógv stór upplivisir, men tað størsta má nokk vera tá vit vunnu IHF Trophy."
Hevur tú nakrantíð spælt steypafinalu?
"Ja eg havi spælt nakrar steypafinalur. Tað var heilt fantastiskt. Minnist serliga væl steypafinaluna sum vit spældu við dr.14 í 2010 tá vit vunnu uppá straffikapping."
Hvat er mest spennandi dystur, ið tú hevur sæð? Á sjónvarpi ella við egnum eygum.
"Danmark og Makedonien til EM 2012."
Hvør er tín hondbóltssliga fyrimynd?
"Kiril Lazarov.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald