Vinna

Akamalik landar rækjur í Kollafirði

...

2016-03-22 08:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Grønlendski rækjutrolarin Akamalik, sum kom á Havnina í vikuskiftinum, landar í dag 300 tons av rækjum í Kollafirði.

Síðan 25 januar hevur  Akamalik fikað 1.500 tons av rækjum við Grønland, sum eru seldar fyri kr. 36 milliónir.

Akamalik fer, tá ið liðugt er at landa og teir hava tikið útgerð, á rækjuveiðu við Svalbard, skipari verður Linjohn Christiansen úr Skálavík.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder