JN

Áhugaverdir fyrilestrardagar í Havn og Runavík

...

2016-01-26 04:36 Author image
placeholder

Hvussu menna børnini sítt kenslumál?

og aðrir týðandi spurningar um kenslur hjá børnum!

Í døgunum 16. og 17. Februar verða nakrir áhugaverdir fyrilestrardagar innan barnasálarfrøði í Havn og Runavík. Tað er Mette Schatter Carendi, sum kemur at hava fyrilestrarnar. Mette Schatter Carendi, cand.mag. í sálarfrøði og heimspeki, hevur granska innan evnið, og eigur og rekur heimasíðuna ???Harmoniske Ungar???, har evnið er smábarna- barna- og ungdómssálarfrøði. Eisini hevur Mette júst givið bók út. Mette arbeiðir dagligt við sálarligu heilsu hjá børnum, har hon ráðgevur fakfólki, og foreldrum um menningina hjá kenslunum hjá børnum. Mette var í føroyum í fjør, men hesa ferð er talan um tveir spennandi dagar við fyrilestrum og undirvísing.

Sjálv sigur Mette um fyrilestrarnir:

???Fyrilesturin gevur tær vitan um, hvussu kenslulívið hjá børnum virkar, og hvussu tíðliga barnið í veruleikanum minnist, hvat hann ella hon hevur verið úti fyri.

Tú fært eisini førleikan at síggja, í atferðini hjá barninum, um barnið er strongt, ella um hann ella hon hevur tørv á at arbeiða við kúgaðum kenslum. Viðvíkjandi kenslum hjá børnum er tað ein hár-fín balansugongd fyri bæði barnið og tey, ið eru um barnið. Á hesum skeiðinum fara vit í dýpdina við kenslumenningini hjá barninum, og hvussu týðandi gevandi og kærleiksfullar relatiónir eru fyri tí góðu og sunnu menningina. Eisini verður ein gjøgnumgongd av avgerandi leiklutinum, ið relatiónir hava fyri menningina av bæði nerva og heila.???

Fyri hvønn eru hesir fyrilestrardagarnir ætlaðir?

Fyrilestrarnir eru ætlaðir námsfrøðingum, hjálparfólkum, stuðlum, starvsfólkum við ráðgevandi uppgávum, lærarum, heilsufrøðingum, starvsfólkum á heilsu- og almennaøkinum umframt foreldrum. Tó, eru øll ið hava áhugað í barna- og ungdómssálarfrøði vælkomin.

-------

Vónin er at hesir báðir dagarnir, kunnu stuðla undir tí framhaldandi menning, sum er á námsfrøðiliga økinum, har vit støðugt fáa nýggja og avgerandi vitan um menningina hjá børnum.

Fyrilestrardagarnir eru ikki líka langir, og hava hvør sína yvirskrift:

16. februar 2016 Oasan í Havn - kl.09.00 ??? 12.00

Yvirskrift: ???Heilin og kærleiksfullar relatiónir????

-------------------

17. februar 2016 Løkshøll í Runavík - kl.09.00-16.00

Yvirskrift: ???Hvussu menna børnini sítt kenslumál????

Dagarnir eru skikkaðir soleiðis til, at til ber at velja ein ella báðar dagarnar, og fáa nógv burtur úr.

------------------

Fyri meiri kunning, sí facebook síðuna:

Hvussu menna børnini sítt kenslumál? Og aðrir týðandi spurningar um kenslur hjá børnum

------------------

Eru fyrispurningar kunnu tit venda tykkum til Angelu Petersen, [email protected] ella tlf: 262974, og møguleiki er eisini at bíleggja atgongumerki til ein ella báðar fyrilestrardagarnir við at senda t-post til: [email protected] og viðmerkja navn, ella navn á stovni, helst navn á persónum, ið luttaka, Hvussu nógv atgongumerki skulu avleggjast, og til hvønn fyrilestrardag, talan er um.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder