Politikkur

Áheitan um setan av kanningarstjóra

...

2017-07-11 15:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýri hava í dag biðið tingformannin um at seta kanningarstjóra at kanna Høgna Hoydal, landsstýrimann og leiklutin hjá Løgmanni.

Áheitan um setan av kanningarstjóra

Undirritaðu løgtingslimir vilja við hesum, við tilvísing til § 38, stk. 2 í stýrisskipanarlógini, heita á løgtingsformannin um beinanvegin seta ein kanningarstjóra at kanna, um landsstyrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur umsitið sítt málsøkið á lógligan hátt í samband við flyting av veiðuloyvum.

Eisini verður biðið um at kanningarstjórin skal kanna, um landsstýrismaðurin hevur givið Løgtinginum rættar upplýsingar í málinum.

Ítøkiliga verður sipað til málini um flyting av veiðurættindum frá línuskipinum ???Helenu??? til uppisjóvarskipið ???Slættaberg??? at fiska svartkjaft burtur av felagskvotu.

Á løgtingsfundi tann 30. maj 2017 spurdu løgtingslimir landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, um tað var rætt, at uppisjóvarskipið Slættaberg hevði fingið veiðuloyvi frá línuskipinum Helenu at fiska uppisjóvarfisk.

Landsstýrismaðurin svaraði á løgtingsfundinum, at hann ikki hevði nakra konkreta vitan um hetta. Landsstýrismaðurin svaraði spurningi í tinginum 29. mai 2017 um nevnda mál og svaraði soleiðis á tingsins røðarapalli: ???so eri eg gjørdur varugur við tað, Vørn umsitur hatta í dag og tað er ein kanning í gongd av hvat í, hvat í, gongur fyri seg har. Og eg skal svara, so skjótt sum eg havi fingið eitt svar upp á tað.???

30. mai 2017 svarar landsstýrimaðurin á nøkulunda sama hátt. Landsstýrismaðurin gav enn einaferð Løgtinginum eina tíðiliga fatan av, at hann onga konkreta vitan hevði, og at hvørki hann ella Fiskimálaráðið hava havt nakað við málið at gera.

Landsstýrismaðurin segði, at hann skuldi kanna málið. Hann undirstrikaði samstundis, at tað var Vørn, sum avgreiddi veiðuloyvi, og ikki landsstýrismaðurin, og at hann hevði biðið um eina frágreiðing frá Vørn, ella sum hann segði: ???hvat gekk fyri seg har???.

Seinni kemur fram, at Vørn tann 22. maj 2017 hevur givið reiðarínum hjá Slættabergi loyvi at flyta veiðuloyvi frá Helenu til Slættaberg, og at tað sama eisini hendi í juni 2016, tá Høgni Hoydal eisini var landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Tann 2. juni 2017 setti Bjørn Kalsøe løgtingslimur fylgjandi § 52a spurning til Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum:

1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu álvarsamt brot á lóg og reglur hann metti tað vera, tá veiðiloyvi vórðu flutt av línuskipi yvir á ídnaðarskip í uppsjóvarvinnu í 2012?

2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar avleiðingar hann helt, hetta átti at fingið fyri landsstýrismannin í fiskivinnumálum og løgmann, sum tá sótu?

3. Eru veiðiloyvi hjá línuskipum flutt á uppsjóvarskip í tíðarskeiðnum, Høgni Hoydal sjálvur hevur verið landsstýrismaður í fiskivinnumálum?

4. Um ja, hvørjar avleiðingar heldur landsstýrismaðurin hetta hóskandi eigur at fáa fyri sitandi landsstýrismann í fiskivinnumálum?

Longu 6. juni 2017 viðgekk Høgni Hoydal, at veiðuloyvi hjá línuskipum eru flutt til uppisjóvarskip, meðan hann hevur sitið sum landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin sigur, at hetta er staðfest og skal rættast.

Landsstýrismaðurin segði við fjølmiðlar, at nú skuldi kannast hvat er farið skeivt fram. Landsstýrismaðurin segði eisini, at Fiskimálaráðið beinanvegin tók stig til, at flytingarnar vóru steðgaðar, og at kanning varð sett í verk. Men hann undirstrikar enn einaferð, at hann ikki vista nakað um, at loyvir vóru flutt í juni 2016.

Seinni kemur fram, at Vørn longu í juni 2016 skrivliga kunnaði bæði landsstýrismannin og aðalstjóran í Fiskimálaráðnum um, at veiðuloyvið hjá línuskipinum ???Helena??? var flutt til uppisjóvarskipið ???Slættaberg???.

Eisini kunnu fjølmiðlar avdúka, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum longu tann 13. november 2015 gav boð til Vørn um, at landsstýrismaðurin persónliga skuldi kunnast um øll mál viðvíkjandi flyting av veiðuloyvum og at landsstyrismaðurin skuldi kunnast um slík mál áðrenn umsitingin tekur endaliga avgerð.

Seinastu dagarnar er eisini komið fram, at Fiskimálaráðið - ímóti eini tilráðing frá Vørn - hevur givið harraboð um at taka aftur givnar tilsøgnir til reiðaríið hjá Slættabergi.

Eisini er komið fram, at Fiskimálaráðið hevur verið beinleiðis inni í málsviðgerðini viðvíkjandi flyting av slíkum loyvum, og at Fiskimálaráðið meðan Høgni Hoydal hevur verið landsstyrismaður hevur blandað seg í málsviðgerina av hesum málum, sum annars eru løgd til Vørn at umsita.

Reiðaríið hevur kært málið til Løgtingsins Umboðsmann, sum tó ikki vil viðgera kæruna.

Tað er okkara áskoðan, at tað fyriliggur ein grundaður illgruni um, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Høgni Hoydal ikki hevur umsitið sítt málsøki á lógligan og fullgóðan hátt, og at landsstýrismaðurin í hesum sambandi eisini hevur givið Løgtinginum skeivar og villeiðandi upplýsingar.

Løgmaður hevur eftir trýsti frá serliga andstøðuni sett sokallaða kanning í verk av landsstýrismanninum. Andstøðan ynskti, at løgmaður sópar fyri egnum hurðum, so sleppast kann undan kanningarstjóra.

Løgmaður hevur fingið eina verjufrágreiðing frá landsstýrimanninum sjálvum og hevur einans við støði í hesi frágreiðing staðfest, at landsstýrismaðurin hevur umsitið á lógligan og fullgóðan hátt.

Hetta tykist løgið, tá hugt verður eftir øllum tí, sum komi er fram i málinum. Um kanningarstjórin kemur til eina niðurstøðu, sum sigur at landsstýrismaðurin ikki hevur umsitið á fullgóðan hátt, so hevur løgmaður eftir okkara meting missrøkt sína skyldu sum eftirlitsmynduleiki við landsstýrismonnum.

Í hesum sambandi er tað okkara ynski, at ein kanningarstjóri verður settur til at kanna landsstyrisskeiði hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni og leiklutin hjá Løgmanni, og síðani svara hesum spurningum:

1. Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Høgni Hoydal viðvirkað til at útskriva veiðuloyvir, herundir flyting av veiðuloyvum, sum eru í stríð við niðurstøðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni frá 2014 og/ella sum eru í stríð við galdandi fiskivinnulóggávu og/ella hevur landsstýrismaðurin verið vitandi um hesi viðurskifti?

2. Hevur Fiskimálaráðið undir núverandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum Høgna Hoydal viðvirkað til at útskriva veiðuloyvir, herundir flyting av veiðulovum, sum eru í stríð við niðurstøðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni frá 2014 og/ella sum eru í stríð við galdandi fiskivinnulóggávu?

3. Gav Høgni Hoydal, landsstyrismaður Løgtinginum skeivar ella villeiðandi upplýsingar, tá hann á løgtingsfundi tann 29. maj 2017 upplýsti, at hann einans var gjørdur varugur við flyting frá línuskipi til uppsjóvarskip, samstundis sum hann undirstrikaði, at tað var Vørn, sum umsitur hatta í dag og at tað var ein kanning í gongd av hvat ið gongur fyri seg har. Landsstyrismaðurin upplýsti, at hann vildi svara, tá hann hevði fingið at vita, hvat gekk fyri seg í Vørn.

4. Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Høgni Hoydal og/ella Fiskimálaráðið hildið seg til galdandi umsitingarligar reglur í samband við ítøkilig boð til Vørn um at taka ávísar konkretar avgerðir, herundir at taka avgerð um afturtøku av givnum loyvum, hóast hetta málsøkið er lagt út til Vørn at umsita?

5. Hvør gav boðini um at taka aftur veiðuloyvið hjá Slættaberg og vóru hesi boð lóglig? Í noktandi føri verður kanningarstjórin eisini biðin um at greina, hvørja endurgjaldsskyldu landskassin møguliga kann ífalla orsakað av afturtøkuni av tilsøgnini til nevnda reiðarí.

6. Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í hesum málið umsitið sítt á málsøki á lógligan og fullgóðan hátt?

7. Hevur løgmaður í hesum máli røkt sína eftirlitsskyldu á fullgóðan hátt?

Jørgen Niclasen Bárður á Steig Nielsen Jenis av Rana

Jógvan Skorheim Jákup Mikkelsen Bjørn Kallsø

Bill Justinussen Kári P. Højgaard Jacob Vestergaard

Edmund Joensen Magni Lanksafoss Jógvan á Lakjuni

Elsebeth Mecedis Gunnleygsdóttur Magnus Rasmussen Jóan Magnus Rasmussen

?? Føroya Løgtingi tann 11. juli 2017

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder