Politikkur

Áheitan um at lýsa 20.mars almennan frídag

...

2015-03-10 15:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Grein 52a spurningur settur Bjørn Kalsø um at lýsa 20. Mars sum almennan frídag hjá fólka- og miðnámsskúlum landsins.

1. Heldur landsstýrismaðurin ikki tað vera rætt, at broyta avgerðina um at fólkaskúlarnir skulu hava undirvísingarskyldu fríggjadagin 20.mars?

Viðmerkingar:

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur boðað alment frá, at hann ætlar ikki at lýsa fríggjadagin 20. mars, tá sólarmyrkingin verður í Føroyum, sum almennan frídag í fólkaskúlum landsins.

Spurningurin er, um landsstýrismaðurin ikki eigur at endurskoða hesa avgerð. Sólarmyrking er ein so serstøk hending, sum eingin okkara, sum nú eru á lívi, fara at uppliva aftur í Føroyum. Um 8000 ferðafólk koma til landið fyri at uppliva hetta sjáldsama fyribrigdi og tá tykist tað heilt burturvið, at hesin dagur ikki er lýstur sum almennur frídagur fyri føroyskar skúlanæmingar. Talan kundi eisini vera um at loyva skúlunum at halda frí fyrrapartin hendan dagin. Foreldur og børn ynskja at vera saman, tá sólarmyrkingin verður, tí tað snýr seg um eitt minni fyri lívið.

Í løtuni bendir alt á, at hvør einstøk kommuna, skúli og familja ætla at gera sínar egnu reglur fyri dagin. Summi foreldur fara als ikki at senda børn síni í skúla. Summir skúlar gera nógv burturúr og skipa fyri felags tiltøkum og aðrir ætla at undirvísa sum vanligt, tí námsætlanin skal jú haldast. Nógvir skúlar og lærarar kenna seg ótryggar við at hava ábyrgd av at børnini eru í verndarbrillum og at tey sum heild fáa eina so minniliga og serstaka uppliving sum møguligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder