Politikkur

Áheitan til móðurflokkin og samgonguna um at steðga oljuævintýrið

...

2017-05-09 14:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tá grøni flokkurin misti litin

Føgur eru orð og lætt er at gloyma. Hetta eru tveir veruleikar, sum vit síggja í verki hjá egna móðurflokki og samgonguni.

Føgru orðini, ið vit sipa til, eru úr samgonguskjalinum:
???Umhvørvis- og náttúruvernd skulu uppraðfestast til gagns fyri verandi og komandi ættarlið. Ferð skal av álvara setast á at leggja orkunýtsluna um, so vit gerast sjálvveitandi við grønari orku.???
(14. september 2015)

Lítil og eingin samanhangur er millum gerðir og ætlanir, tí hvat nyttar tað hjá tykkum at tosa um náttúruverndarlóg, tá størsta týningin móti náttúruni, plantu- og djórasløgum er ræðandi økingin av CO2 útláti og dálkingin frá oljuvinnuni?

Hvat nyttar tað at seta stór mál um at gerast grønasta oyggjasamfelag, tá megin heldur verður nýtt til at stovna nýggja oljuríki í Norðuratlantshavi?

Hvat nyttar tað at tosa um loysing, tá mann ikki trýr á egnan mátt og megi uttan oljupengar?

Lat okkum steðga á, og leggja ætlanir av nýggjum. Hongur tað saman, at heimsins grønasta oyggjasamfelag borar eftir olju? Latum okkum heldur leggja alla styrki í at framleiða grøna orku og náa tey mál, ið vit sum tjóð hava sett.

Fjórða oljuútbjóðingarumfar kring Føroyar er eitt tað ógvusligasta brot á París Sáttmálan. Sáttmálin, sum fyri bert 5 mánaðum síðani bleiv undirskrivaður! Minnið má sigast at vera ússaligt, og lítla virðingin fyri umhvørvi, gransking og komandi ættarliðum loypir ræðslu á fólk.
Havið er á mangan hátt grundarsteinurin í okkara samfelagi, men er eisini ein av heimsins mest viðbreknu vistskipanum. Fylgjurnar av nýtsluni av fossilum brennievnum síggja vit í dag, og hóttanin við súrum havumhvørvi, hitaøking og broytingum í saltinnihaldi tykjast ikki at minka.

Unga Tjóðveldið vil tí staðiliga heita á Tjóðveldi og samgonguna um at steðga allar ætlanir um oljuleitingar umgangandi!

Elsa Berg

Forkvinna Unga Tjóðveldisins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder