Áheitan frá Miðflokkinum á samgonguna í sambandi við at samgong-an setur samstarv við teir fýra andstøðuflokkarnar á Løgtingi í váða.
Fleiri av teimum brákomnu uppskotunum, sum nýggja samgongan hevur lagt fyri Løgtingið seinastu vikurnar, vátta, at ynski um breiðar politiskar semjur, sum flokkarnir annars hava arbeitt við- og fram ímóti farnu árini, tíverri ikki verður raðfest av teimum trimum samgonguflokkunum.
Týdningarmiklast og óivað kendast millum manna eru málini um pensiónsnýskipan og málið um fiskivinnunýskipan.
Meðan farnu samgongur royndu semjur, sum uttan iva kunna náðast eftir fáum vikum um viljin er, tí stórur partur av arbeiðinum er gjørt liðugt, so loypir samgongan frontalt á eina semju við at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum náttúrliga eru partar av nýskipanunum- og uttan so mikið sum at kunna hinar Løgtingsflokkarnar, tíansheldur tey, hesi uppskot raka.
Á pensiónsøkinum er talan um uppskotið um minking av grundarupphæddini í fólkapensiónini og hækking av inngjaldinum til samhaldsfasta, mál, sum hava verið og eru týðandi partar av pensiónsnýskipanararbeiðinum. Uttan nakra kunning velur samgongan at trýsta sína ætlan ígjøgnum, eisini, so løgið tað enn ljóðar, hóast júst minkingin av grundarupphæddini hevur verið eitt at aðalmálunum hjá størsta samgonguflokkinum, javnaðarflokkinum, at forða.
Á fiskivinnuøkinum verður sami framferðarháttur brúktur. Uttan at orð ella kunning til vinnu ella teir flokkar, sum teir tríggir samráddust við undan valinum, verða uppskot, sum eru náttúrligir partar av fiskivinnureforminum, løgd fram, uppskot sum longu hava skapt so stóran iva og ótta, at vinna hevur sligið bakk av berum ótryggleika.
Miðflokkurin heitir staðiliga á samgonguflokkarnar um at steðga hesari konfronta-tiónskósini og heldur royna semju- bæði við tey hetta rakar, pensionistar, vinnulív v.m. og við teir fýra andstøðuflokkarnar.
Vinaliga,
f. Miðflokkin,
Jenis av Rana, floksformaður.
p.s. tá ferð eftir ferð, í fjølmiðlum og enntá eisini av løgmanni, verður tosað negativt um persónliga inngjaldið til egnu pensión, har ætlanin er at náða teim 15 % , so átti, fyri sannleikans skuld, at verði nevnt, at hann, sum upprunaliga legði uppskot um hetta á Løgting, var núverandi løgmaður Axel Johannesen! Hetta var í marts 2011 og uppskotið varð gjørt undir leiðslu av táverandi formanni javnaðarfloksins Jóannes Ejdesgaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald