JN

Áheitan á samráðingarpartarnar Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

....

2017-11-06 20:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Heilafelagið heitir á samráðingarpartarnar um, at fara aftur til samráðingarborðið beinanvegin. Íkomna støðan kann fáa lívshættisligar avleiðingar fyri fólk, ið hava tørv á akuttari viðgerð í samband við blóðtøpp ella bløðing í heilanum, ella vegna heilatraumi av einum hvørjum slag.

Tað er ein sannroynd, at 130 fólk í Føroyum árliga verða rakt og hvør minuttur telur, fyri at bjarga lívi og førleikum. ??tryggleikin er stórur fyri tey, ið vera rakt og teirra avvarðandi og skapar eitt verkfall óneyðugan ótrygleika og ótta.

Tí vóna vit, at partarnir finna eina skjóta loysn á samráðingartrætuni.

Nevndin í Heilafelagnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder