Politikkur

Áheitan á landsstýrið um at veita neyðhjálp til oyggjaríkið Vanuatu

...

2015-03-18 17:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri nøkrum døgum síðani varð oyggjaríkið Vanuatu í Kyrrahavinum rakt av eini ógvusligari náttúruvanlukku, har ein ódn legði nær um alt landið í oyði.


Fólk hava latið lív og meginparturin av tjóðini er vorðin heimleys. Upp í 90% av húsunum í høvuðsstaðnum eru burtur, og alt infrakervið er í sorli.

Í Vanuatu - sum gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1980 - búgva góð 200.000 fólk. Talan er um eitt oyggjasamfelag við 85 oyggjum, har fólk býr á 65 teirra. Landaøkið er tilsamans góðar 4.700 ferkilometrar - á leið tríggjar ferðir størri enn Føroyar.

Lutfalsliga í mun til stødd og fólkatal er talan um eina ta størstu náttúruvanlukku fyri eina tjóð yvirhøvur, sum vit vita um.

Ikki eigur at vera trupult hjá okkum í Føroyum at skilja, hvussu út av lagi ring støðan er hjá fólkinum og myndugleikunum í Vanuatu, og hvussu stórur tørvur er á hjálp.

Tí verður hervið heitt á Landsstýrið um beinanvegin at veita neyðhjálp til Vanuatu.

Vinarliga

Høgni Hoydal
Formaður í Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder