Næsta kappingarár kemur 27-ára gamli norski Fredrik Wollan til Vestmannar at venja ungdómsliðini hjá felagnum. Hann hevur fleiri venjaraútbúgvingar í hondbólti, bæði á teknisku síðuni og á spælimenningar stigi.
Fredrik Wollan var í Føroyum í eina viku miðskeiðis februar, tá hann eisini hugdi at steypafinaludystunum í Havn. Hann var bilsin um góða hondbóltin hann sá í Føroyum og hann hevur góðar vónir um at fáa nógv burtur úr ungdóminum í Vestmanna.
TRÍVIST BEST UNDIR TRÝSTI
??? Eg eri ein virkin og ágrýtin persónur, sum trívist væl undir trýsti og har nakað hendir allatíðina. Eg havi tað best í tí baldruta lívinum, og kenni, at eg veruliga livi, tá tá hjarta slær hart. Eg óttist ikki avbjóðingar og havi tað best, tá nógv stendur upp á spæl, sigur Fredrik Wollan. Hann dylur heldur ikki, at hann setur stór krøv til umstøðurnar, og at hann samstundis setur stór krøv til sín sjálvan.
Eldhugan fyri hondbólti hevur hann havt síðani hann var lítil. Brennandi hugurin fyri bóltspæli hevur fylgt honum upp gjøgnum árini og hetta hevur verið við til at avgjørt tey val, hann hevur tikið seinni í lívinum. Frá at hava verið ítriv, er hondbóltur nú vorðin ein lívsstílur hjá honum.
Fredrik Wollan
DÁMAR KONTANTAN ÁLOPSHONDB??LT
Um málini fyri komandi kappingarár í Føroyum hevur Fredrik Wollan ein dreym um, at hann saman við leiðsluni og leikarunum í VÍF kann vera við til at skapa tað besta venjingar- og menningarumhvørvið í Føroyum. Persónlig teknisk menning og kropslig styrkivenjing fara at vera sett høgt. Men eisini liðini og tann taktiski parturin av spælinum verður ein partur av menningarætlanini. Fram um alt er málið at skapa flest møguligar framtíðar leikarar bæði til kvinnu- og mansliðini, og hann vónar at kunna spinna ein reyðan tráð frá yngstu liðunum upp til fremstu liðini.
Fredrik Wollan hevur ta fatan, at hondbóltur er ein ítróttagrein, sum setir stór kropslig og teknisk krøv til førleikarnar hjá tí einstaka, sum síðani verða settir saman í einum leikandi lið.
??? Mær dámar sera væl at spæla álopshondbólt, har leikararnir í verjuspælinum alla tíðina royna at fiska bóltin frá mótstøðuliðinum og har vit samstundis leggja eitt stórt og framsøki trýst á mótstøðuleikararnar í álopspartinum. Hetta krevur, at vit støðugt mugu vera hundrað prosent tilstaðar undir venjing og í dystum. At vit altíð renna 10 metrar meira, enn kravið er. Mín hugsan er bart út, at VÍF-liðini skulu vera tey best vanda liðini av øllum, og fyri at náa tí málinum, mugu vit venja best og mest, sigur Fredrik Wollan.
G??ÐAR STEYPAFINALUR
Norski ungdómsvenjarin sá VÍF í fleiri ungdómsfinalum og hann sá eisini onnur føroysk lið leika í steypakappingini. Eftir tað hann sá, heldur hann, at føroyskur hondbóltur er spennandi. Hann heldur, at hondbólturin er í stórari menning í hesum tíðum og hann er øgiliga spentur at gera sítt til, at hondbólturin framhaldandi mennir seg.
??? Har vóru nógvir spennandi dystir í steypafinalunum. At síggja, at næstan øll liðini spæla ágangandi verjuhondbólt, var ikki minst hugtakandi. Eg haldi, at føroyskur hondbóltur er komin langt ávegis og er tilreiðar at koma uppaftur longri bæði kropsliga og tekniskt. Eg sá heilt nógvar framúr góðar leikarar og nógvir møguleikar eru tí í framtíðar hondbóltinum. Fæst menningin í eina skipaða legu og vit fáa skapt ein hugburð fyri styrkivenjing og tekniskari venjing, so síggja komandi árini bjørt út, har tað samstundis verður stuttligt at vera við, sigur Fredrik Wollan.
SUM EIN DREYMUR
Sambært Fredrik Wollan var vikan í Føroyum og í Vestmanna sum ein stórur dreymur frá byrjan til enda. Hann var sera hugtikin av nógva virkseminum og hvussu sterka støðu hondbólturin hevur bæði í Vestmanna og í øllum Føroyum.
??? Og at fáa so hjartaliga móttøku og at síggja hondbóltsfinalurnar var somuleiðis ein stór uppliving og eg gleði meg at fara undir uppgávuna í komandi kappingarárinum. At síggja alt arbeiðið, sum verður gjørt í hondbóltsumhvørvinum í Vestmanna við venjaratoymum, stuðlum og áskoðarum, sum brenna so nógv fyri sakini, og at tey hava hug at halda fram, var avgerandi fyri, at eg beyt á húkin og tók av at koma til Vestmannar, sigur Fredrik Wollan.
Hann leggur afturat, at tað er við stórari eyðmýkt, men samstundis við brennandi huga, at hann kann gerast ein partur av VÍF eftir summarfrítíðina.
Fredrik Wollan til høgru
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald