Vinna

??got loysti í gjárkvøldið

...

2015-12-28 19:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 ??got loysti av Klaksvíkini seint í gjárkvøldið, teir fara á Flemmish Cap, at fiska av føroysku toskakvotuni. 

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, skiparin Hjaltur Poulsen segði, at vanliga tekur tað 8-9 døgn at sigla yvir á Flemmish Cap. Teir fóru avstað í gjárkvøldið, fyri at sleppa undan óveðrinum, sum rakar okkum seint í morgi, men nú hevur veðrið flutt seg longur vestur, so teir fáa eitt nos í morgin, tað verða teir staddir nakað eystur úr Vestmannaoyggjunum.

Teir vóru nú staddir miðskeiðis millum Føroyar og Ísland, tað var nógvur vindur av útsynningisunnan - vindferðin lá um 25 m/sek.

??tlanin er at landa í St. Pierre, ??got tekur 150 tons av frystum, teir vóna at teir fáa tveir túrar á Flemmish Cap. So er ætlanin at fara til Grønlands, eins og teir gjørdu í ár, har teir tóku ímóti fiski frá grønlendskum fiskimonnum.

Tað eru 14 mans við ??got.

Skipari og manning ynskja ætt, vinum og kenningum eitt av Harranum signað nýggjár.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder