JN

??got, Klakkur og Eivind verða inni í morgin og í annaðkvøld

...

2016-02-19 00:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tey trý línuskipini - ??got, Klakkur og Eivind - sum eru eftir at koma heima av Flemish Cap, verða inni í morgin og í annaðkvøld.

Vit hava frætt frá Jan Vang, sum er skipari á Eivind, Jan sigur, at teir verða á Kollafirði seint fríggjakvøldið, tá ið við frættu frá Jan, vóru teir staddir norður av Hatton Bank, veðrið var gott, men annar hevði veðrið verið so sum so á heimtúrinum, teir høvdu tó havt vindin aftan/tvørs ella undan allan vegin.

Kambur kom á Kollafjørð í nátt, teir hava landað í dag.

Uppdatering kl. 21.00 Vit hava frætt í kvøld, at ??got verður ikki inni fyrrenn sunnunáttina ella sunnumorgunin.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder