2016-04-07 07:40
??got, sum hevur roynt í føroyskum sjógvi sunnanfyri, kemur á Klaksvík um 10-tíðina, teir hava fult skip - umleið 310.000 pund av frystum, so gott sum alt er longa og brosma, sum er avhøvdað.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Eyðstein Poulsen í gjárkvøldið, hann segði, at teir byrjaðu túrin 5. mars, teir hava havt fínasta veður á øllum túrinum. Tað eru 11 mans við ??got hendan túrin.
Veiðan er ikki seld enn, men tað verður avgjørt í morgun, hvar teir selja.
Sí myndir sum Eyðun Høgnesen hevur tikið í morgun - HER:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald