Vinna

??got fer at sigla heim seinni í vikuni

...

2019-06-03 19:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Línuskipið ??got úr Klaksvík var í ár seinur yvir á Flemish Cap, men tað hevur gingist teimum væl har vesturi, ??got hevur landað tvær ferðir í St. Pierre - umleið 150 tons hvønn túrin, nú eru teir um at verða liðnir við kvotuna á Flemish Cap, teir fara helst at sigla heim seinni í vikuni, heimreisan av Flemish Cap tekur vanliga um 8-9 dagar.

Vit á JN.fo hava tosað við Hjaltur Poulsen, skipara á ??got, hann sigur -Jú her er ikki so galið, nærkast endanum, um fiskaríðið heldur sær, so verða nokk bara 2-3 setur afturat.

Sum sæst á myndunum, so hevur ??got havt vitjan av verjuskipinum og eisini av Nafo-eygleiðarum.

Myndirnarnar hevur Hjaltur Poulsen sent okkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder